Searching for: ?
Searching for: ?

Kunoy er tann í miðal hægsta oyggin í Føroyum, har 6 av fjøllunum røkka upp um 800 m. Kunoy er sum eitt høgt fjall, øll sum hon er, men norðan fyri bygdin Kunoy gongur ein trong, djúp gjógv, Skarðsgjógv, tvørtur um oynna. Suðurendin á Kunoy eitur Brattanes, og norðurendin Kunoyarnakkur, hann er hægsta forberg í Føroyum - 820 m. Oyggin hevur tvær bygdir, Haraldssund og Kunoy bygd, sum við byrging og tunnli hava fingið vegasamband við Klaksvíkina. Navnið hevur hon av einum drangi við norðurendan, sum eitur Konan.

Hægstu fjøll á Kunoynni eru Kúvingafjall 831 m., Havnartindur 820 m. og Urðafjall 817 m. Kúvingafjall er hægsta fjall á Kunoynni. Millum Borðoy og Kunoy er Haraldssund og Pollurin. Pollurin er millum Kunoyagalv, suðursíðuna á Kunoynni, og Borðoynna, og frá Pollinum norðureftir, millum Borðoynna og Kunoynna er Haraldssund. Í Haraldssuni frá bygdini Ánunum á Borðoy og norður um bygdina Haraldssund á Kunoynni rekur nakað hart, norðari í sundinum er lítið og einki rák.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Navnauppruni

Eystanvert við Kunoyarnakk er ein drangur, sum eitur Konan, eftir honum eitur oyggin Kunoy.

[rætta] Bygdir

Á Kunoynni eru tvær bygdir - Haraldssund á eystursíðuni og Kunoy bygd á vestursíðini. Fyrr var ein bygd aftrat á eystursíðuni, sum æt Skarð, men har býr eigin nú.

[rætta] Myndasavn

[rætta] Útvortis ávísing

Sí miðlasavnið
»Kunoy« í Wikimedia Commons.
v  k  r
Oyggjar í Føroyum
Borðoy | Eysturoy | Fugloy | Hestur | Kalsoy | Koltur | Kunoy | Lítla Dímun | Mykines | Nólsoy | Sandoy | Skúvoy | Stóra Dímun | Streymoy | Suðuroy | Svínoy | Vágar | Viðoy



Kommunur í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis | Øravíkar


Kunoyar kommuna

Haraldssund | Kunoy | Skarð

 


 

Polish Encyklopedia
English Encyklopedia

Article is licensed under GFDL
It uses material from Wikipedia.org Original article is here
Site should be viewed in Firefox.
Please do not view in Internet Explorer.





RECENT UPDATES: